Jump to content

Fólkaatkvøðan um ES-limaskap Stórabretlands 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólkaatkvøðan um ES-limaskap Stórabretlands 2016
Eigur Stórabretland at vera verandi limur í Europeiska Samveldinum ella fara úr Europeiska Samveldinum?
Location Stórabretland og Gibraltar
Date 23 juni 2016 (2016-06-23)
Úrslit
Atkvøður %
Ver verandi 16.141.241 48,11%
Far 17.410.742 51,89%
Gyldugar atkvøður 33.551.983 99,92%
Ógyldugar ella blankar atkvøður 26.033 0,08%
Atkvøður tilsamans 33.578.016 100.00%
Results by valdømi
  Ver verandi
  Far
Tann myrki liturin á kortinum vísir størri mun.

Fólkaatkvøðan um ES-limaskap Stórabretlands 2016, eisini kend sum Brexit, var ein fólkaatkvøða, ið fór fram í Stórabretlandi og Gibraltar hin 23. juni 2016. Úrslitið varð almannakunngjørt næsta morgun, hin 24. juni 2016.

Fólkaatkvøðan varð hildin í fýra ríkispørtum: Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi og í bretska handanhavslandinum Gibraltar. Fólkið á Isle of Man, Jersey og Guernsey høvdu ikki atkøvðurætt, av tí at hesir partar av Stórabretlandi ikki eru partur av ES.[1]